Set til startsíðu    28 Apr 2017 Ï
 

Kotuvegleiðing

 

1. Áðrenn tú byrjar: opna viðhefta skjalið kallað "javascript.txt". Les kotuna og tryggja tær, at hon er tín. Títt navnaøki er at síggja í trimum støðum í kotuni. Kotan skal ikki leggjast inn aðra staðni enn á tí navnaøki, ið er henni ætlað.

Tá ið tú opnar skjalið, "javascript.txt", nýt so eitt forrit sum t.d. Notepad heldur enn eitt heimasíðuforrit.

 

2. Avrita (copy & paste) kotuna beinleiðis frá viðhefta skjalinum yvir í HTML skjalið, ið kotan skal máta. Kotan skal helst liggja niðast í HTML skjalinum og beint uppi yvir "body". Bæði vindeyguni skulu helst vera í fullari stødd, meðan hetta verður gjørt.

 

3. Kotan hevur 22 linjur og má vera eins long á øllum mátisíðunum. Hon byrjar við setninginum "Virk vefmaeling byrjar." og endar við "Virk vefmaeling endar". Hesar linjurnar mugu ikki broytast.
Navnið á hvørjum skjali, ið skal mátast, skal setast inn í tveimum støðum í kotuni. Fyrstu ferð á linju 10, har tað nú stendur "SIDUNAVN", og síðan á linju 20, har tað eisini stendur "SIDUNAVN". Gevið gætur, at gásareyguni muga ikki strikast ella broytast, men bara orðið "SIDUNAVN". Hetta orðið ella navnið nýtist ikki at enda við t.d. .php ella .html. Eitt einfalt navn so sum "forsida", "um okkum" ella "tidindir" er nokk, og er samstundis lættari at minnast til og at halda skil á. Tað einasta, ið skal broytast í kotuni eru síðunøvnini.

 

4. Nýtið einans smáar bókstavir og tøl. Teknini skulu vera úr tí enska bókstavaraðnum, so t.d. føroysku stavirnir "ð" og "ó" kunnu ikki nýtast.

 

Hesi tekin eru ikki loyvd at nýta ~ ´ * ° ^ < > : ; / # $ % & ! = ' "

Tað skal vera møguligt at síggja keldukotuna á øllum síðunum, ið verða mátaðar, so Gallup Føroyar kann vita, um tær eru settar rætt inn.

 

5. Viðvíkjandi frames: Er talan um eina síðu við frames, so skal kotan setast í hvørja frame.

 

6. Viðvíkjandi dynamiskum heimasíðum: Tað er best at seta kotuna á eitt fast stað í dátugrunnin, t.d. í síðufótin, sum sæst aftur á øllum síðunum. Í kotuni verður síðan gjørt eitt script, ið lesur síðunøvnini og setur tey inn á linju 10 og 20, eins og nevnt í vegleiðingarteigi nr. 4.

 

7. Viðvíkjandi SSL: Kotan kann bara verða sett inn á eitt skjal, ið er í http. Henda kotan kann ikki brúkast til SSL økir á https. Um tín síða brúkar SSL, so hevur Gallup Føroyar  eina serliga kotu til tað endamálið.

 

8. Tá ið kotan er komin upp á pláss, skal teldupostur sendast til gallup@gallup.fo
við einum einfaldum boðskapi, t.d. "Kotan er sett inn á heimasíðuna www.okkurt.fo. Tað eru tilsamans 25 HTML skjøl" ella "Síðan er dynamisk".
Tá ið vit hava móttikið teldupostin, vita vit, um kotan er sett rætt inn, og skuldu nakrir trupulleikar verið, so senda vit ein teldupost við møguligum rættingum.

 

9. Kotan er serogn hjá Gallup Føroyar og Modernus Ltd.

 

Góðan arbeiðshug!

 

Tørvar tær hjálp ella hevur tú ein fyrispurning, so ber til at seta teg í samband við Gallup Føroyar á tlf nr. 311946 ella við telduposti til gallup@gallup.fo.

 

 

    Knassar heimasíðuloysn       Copyright © 2006 - 2017 Gallup Føroyar